Naddoddur-vanlukkan: Hon fekk altíð lívið at síggja lætt út

Hon tók øll lívsins ævintýr á seg við einum smíli og glitran í eygunum, siga tey í minningarorðum um Karlu Dana, sum læt lív, tá ið Naddour hólvdist

Áki Bertholdsen
30. august 2024 kl. 13:09

Vit eru knúst um okkara kæra rannsóknarfelaga, Karlu Dana, sum er farin frá okkum. Soleðis siga tey í rannsóknarfelagsskapinum, Sail2North, sum hon var limur í.

Tann 29 ára gamla Karla Dana læt lív tá ið seksæringurin, Naddoddur hólvdist undir landið í Noregi týskvøldið.

Tey vísa samkenslu við familju og vinum hennara og øllum øðrum, sum høvdu tann framíhjárætt at kenna hana.

– Vit vísa familjuni okkara djúpastu samkenslu og stuðul, og vit vóna, at tey finna troyst í teimum dýrabaru minnunum, tey hava um Karlu og tí stóru ávirkanini, hon hevði á okkara lív, siga tey.

Tey siga, at Karla var ein høgt virdur partur av manningini á Naddoddi á víkingaferðini yvir um hav, har endamálið var at heiðra søguligar rannsóknarferðir. Hetta var eitt úrslit av tráðanini hjá Karlu eftir vísindaligari vitan og tráðanini eftir at varðveita mentanararvin, siga tey.

Naddoddur var mannaður við sera royndum rannsóknarfólkum, sum fyrireikaði seg sera væl og settu trygdina í hásæti. Men kortini endaði ferðin í eini vanlukku, eingin kundi vara seg fyri.

Unnustin hjá Karlu, Grant McDaniel, og systur hennara, Alejandra Dana, siga, at hon tók øll ævintýr á seg við einum smíli og glitrandi eygum.

­– Hon fekk altíð lívið at síggja lætt út. Hon skapti eitt ljós, sum lýsti øll upp rundan um hana, allastaðni har hon var. 

– Tey, sum fingu møguleikan at hitta hana, skulu meta seg sjálvi sum hepnastu fólk á jørðini, siga tey bæði.

Sail2North sigur, at tey fara at heiðra minnið um hana við enn fleiri rannsóknum og vísindalimum kanningum.

– Minnið um Karlu verður í allar ævir virðismett, og hennara stremban eftir vísindaligum úrslitum fer framhaldandi at geva okkum øllum íblástur, siga tey í minningarorðum um Karlu Dana.