Naddoddur-vanlukkan: Eingin verður ákærdur

Løgreglan hevur gjørt av, at tey fara ikki víðari við málinum

Naddoddur við kjølinum uppeftir. Myndin er frá norsku bjargingartænastuni
Áki Bertholdsen
29. august 2024 kl. 14:51

Løgreglan í Noregi hevur nú tikið støðu til, at eingin verður ákærdur í kjalarvørrinum á vanlukkuni, har seksæringurin, Naddoddur hólvdist undir landið í Noregi, og 29 ára gamla, Karla Dana, læt lív. Tað sigur norska kringvarpið nú seinnapartin.

Løgreglan hevur kannað málið og er komin til ta niðurstøðan, at talan var um eina syrgiliga vanlukku, og at einki er farið fram, sum krevur at verða kannað nærri.

Løgreglan hevur avhoyrt tey fimm, sum komu undan vanlukkuni við lívinum, og tey hava greitt frá, at, at veðrið versnaði skjótt.              

Naddoddur sendi neyðarkall fleiri ferðir, men løgreglan sigur, at tey bæði fyrstu neyðarkallinum vórðu send automatiskt og at manningin metti ikki, at tey vóru í havsneyð.

Tá ið bjargingarfólk komu til Naddodd fyrstu ferð, trúðu tey, at tey leitaðu eftir onkrum øðrum og tey gjørdu tekin um, at alt var ílagi.

Men brádliga versnaði veðrið - og tað varð nógv verri enn veðurforsagnirnar boðaðu frá og aldurnar vórðu stórar.

Tey høvdu strika tað stóra seglið og sett eitt minni segl undir, men so skolaði ein stóra alda inn yvir Naddodd aftan í frá, og so hólvdist hann.

Øll seks endaðu í sjónum, men tann eini av manningini, sum er Karla Dana, hekk føst. Tey fingu hana leysa og royndu at geva henni lívbjargandi fyrstuhálp, men máttu ásannað, at lívið stóð ikki til at bjarga.

Hini fimm sluppu í bjargingarbátin og vórðu síðani bjargað upp í tyrluna.