Naddoddur í havsneyð: Tóku tað fyri at vera falskan alarm

Fyrstu ferð skip og tyrla vóru hjá Naddoddi, vóru eingi tekin um at tey vóru í havsneyð

Líkindini vóru ring í nátt. Myndin er av einum bjargingarskipið
Áki Bertholdsen
28. august 2024 kl. 10:12

Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, kom seksæringurin, Naddoddur, av Tvøroyri, í havsneyð í gjárkvøldið.

Bjargingarmyndugleikarnir í Noregi hava upplýst fyri miðlunum, at fyrstu ferð Naddoddur sendi út neyðarkall var klokkan 16.45 føroyska tíð.

Ein bjargingartyrla fór til Naddodd, og eitt skip, sum var har á leiðini, fór eisini til hansara. Men tey siga, at tá vóru ongar ábendingar um, at tey vóru í havsneyð. Tey, sum vóru við Naddoddi, góvu heldur eingi tekin um, at tey vóru í havsneyð.

Tískil tók bjargingartænastan tað sum um at tað var falskur alarmur.

Men slakar tveir tímar seinni, klokkan 18.37 føroyska tíð, sendi Naddoddur aftur út neyðarkall og tá vórðu tyrlur og vaktar- og bjargingarskip, send til hjálpar, umframt onnur skip, sum vóru har um vegir. Nakað seinni bjargaðu tyrlur fimm av teimum seks fólkunum, sum vóru við Naddoddi.

Tey vóru farin í bjargingarbátin og vóru í yvirlivilsisdrakt. Tey høvdu skotið neyðbluss, so tyrlurnar funnu tey.

Síðani hevur verið leitað eftir tí sætta fólkinum í alla nátt. Tað var ein amerikansk kvinna í tjúgunum, men sum tíðin leið, minkaði vónirnar um at finna hana á lívið.

Og mitt í nátt, klokkan 04.34 føroyska tíð, varð støða tikin til, at talan skuldi ikki longur um leiting og bjarging, tí tá vóru ongar vónir longur um at finna hana á lívið. Orsøkin til ta støðuna var, at veðrið var so ringt og at hon tá hevði verið so leingi í sjónum, sigur norska Dagbladet. Hildið var kortini fram við at leita.

Og fyrr í morgun, klokkan 7.10 føroyska tíð, varð hon so funnið nakrar hundrað metrar frá har, Naddoddur fleyt í sjónum. Tá varð eisini staðfest, at hon var deyð. Líkið av henni skal nú kannast fri at staðfesta deyðsorsøkina.

Norskir miðlar siga eisini, at løgreglan hevur tosað við tey fimm, sum komu undan vanlukkuni við lívinum og at málið nú verður viðgjørd sum slík mál skulu viðgerast.

Men løgreglan sigur eisini, nú skulu tey kanna, hvat tað var, sum hendi í sambandi við tey bæði neyðarkallini.