Nógv fólk eru við í leitingini eftir einum av fólkunum, sum var við seksæringinum, Naddoddi, sum fór av Tvøroyri seinnapartin leygardagin við tí endamáli at sigla gomlu víkingaleiðina til Noregs. Seks fólk eru við
Í kvøld vóru tey komin undir Noregi, men uttan fyri Måloy var veðrið so vánaligt, at tey sendu út neyðarkall.
Naddoddur hólvdist og fimm av fólkunum eru bjargað umborð á tyrlur, sum hevur flogið tey til lands, har tey eru komin undir læknahond.
Tey vóru í bjargingarbáti og høvdu neyðbluss og tað sóu bjargingarfólkini so tey fingu bjarga teimum. Norska kringvarpið sigur, at eftir umstøðunum hava tey tað gott.
Tey, sum vóru við Naddoddi vóru fýra fólk úr Sveis, eitt úr Meksiko, sum kortini býr í Orlando í Florida í USA, og so Livar Nysted úr Hvannasundi.
Enn er ikki upplýst hvør tað er, sum tey ikki hava funnið enn. Men myndugleikarnir siga, at nógv fólk er við í leitingini, bæði tyrlur, vaktar- og bjargingaarskip, og onnur skip, sum vóru stødd har um vegir.
Men líkindini eru vánalig, fyrr í kvøld var hann upp ímóti 30 metrar um sekundið og aldurnar vóru 4-5 metrar.