Naddoddur frá av Tvøroyri í góðveðrinum leygardagin
Naddoddur í Havsneyð: Føroyingurin er bjargaður
Einasti føroyingur, sum við Naddoddi, hevur ringt heim
Jonhard Hammer
27. august 2024 kl. 23:47
Sum vit áður hava skrivað, kom seksæringurin av Tvøroyri, Naddoddur, í Havsneyð í Noregi í kvøld
Seks fólk vóru við, vóru fýra fólk úr Sveis, eitt úr Meksiko, sum kortini býr í Orlando í Florida í USA, og so Livar Nysted úr Hvannasundi.
Fimm av fólkunum eru bjargað, men leitað verður framvegis eftir tí sætta. Men tað er í øllum førum greitt, at Livar Nysted er ímillum tey bjargaðu. Kona hansara skrivar á Facebook, at hann hevur ringt heim og at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.
Leitað verður framvegis eftir tí sætta fólkinum við skipum og tyrlu, men veðrið er ringt og umstøðurnar vánaligar