Seksæringurin, Naddoddur av Tvøroyri, sum hólvdist undir landið í Noregi í gjárkvøldið, er nú sleipaður til lands í Måloy í Noregi.
Seks fólk vóru við bátinum og fimm av teimum vórðu bjargað. Men 29 ára gamla Karla Dana, úr Meksiko, sum býr í Florida í USA, varð ikki bjargað og líkið av henni varð funnið í morgun.
Eitt sjóverjuskip hevur ført líkið til lands og tey høvdu eisini tikið Naddodd upp á sleip og hann er nú pumpaður og skuldi takast upp.
Likamliga hava tey fimm, sum eru bjargað, tað gott eftir umstøðunum, men nú fáa tey sálarliga kreppuhjálp frá sálarfrøðingum, øðrum heilsustarvsfólki og presti.
Løgreglan skal avhoyra tey tá ið tíðin er búgvin til tað og so verður málið viðgjørt, sum slík mál eiga at verða viðgjørd. Av tí sama er tað enn eingin sum veit, hví vanlukkan hendi.
Ein av manningini á einum bjargingarbáti, sigur við norska kringvarpið, at umstøðurnar vóru sera vánaliga í gjárkvøldið. Tað vóru stórar aldur, upp í fimm metrar og meiri enn tað, og nógvur vindur upp í 30 metrar í hvirlunum. Samstundis var tað myrkt, tað var nógv sjórok og Naddoddur er myrkur.
Hann sigur við norska kringvarpið, at sostatt vóru umstøðurnar av tí ringasta at leita, og hóast tey høvdu ljóskastara, sóu ikki longur enn einar 50 metrar fram.
Líkið av kvinnuni skal nú kannast fyri at staðfesta akkurát, hvat hon doyði av.
Myndirnar eru frá NRK.