Naddoddur av Tvøroyri í Havsneyð í Noregi

Fimm av teimum seks fólkunum eru bjargað - leitað verður eftir tí sætta fólkinum

Áki Bertholdsen
27. august 2024 kl. 21:07

Seksæringurin, Naddoddur, sum fór av Tvøroyri leygardagin á veg til Noregs, hevur nú sent út neyðarkall.

Tey eru komin undir Noregi, uttan fyri Stad í Noregi, men nú er veðrið so ringt, at tey sendu út neyðarkall. Tað hevur verið upp ímóti 30 metrum um sekundið og aldurnar hava verið fimm metrar.

Seks fólk eru við Naddoddi og norskir fjølmiðlar siga, at fimm av teimum eru bjargað í eina tyrlu. Tey vóru í einum bjargingarbáti.

Leitað verður eftir tí sætta fólkinum og norska bjargingartænastan sigur, at tey leitað við vælmannaðum bjargingarliðum, bæði við skipum og tyrlu. Men umstøðurnar at leita eru vánaligar, tí veðrið er so ringt.

Tey siga, at Naddoddur hólvdist, men tey fimm fólkini, sum eru bjargað, hava tað gott, eftir umstøðunum og eru komin undir læknahond. Tey eru nú í Florø, har tilbúgvingin stendur fyri teimum.