Í morgun byrjaði finalan í Australian Open. Í finaluni vóru spanski Rafael Nadal og russiski Daniil Medvedev. Undan dystinum var trupult at siga, hvør var favorittur, tí hóast Nadal telist millum bestu tennisleikirnar nakrantíð, so hevur hann verið nógv darvaður av skaðum í seinastuni. Tí var væntað, at dysturin fór at rættuliga tættur.
Finalan var tøtt og vardi í fimm tímar og 24 minuttir. Samanlagt leiktu teir 12 sett. Tað var Medvedev, ið legði best frá landi og stýrdi hann dystinum í byrjanini, men hetta var ikki nokk. Nadal bardi seg innaftur í dystin legði seg framum. Hóast Nadal var frammanfyri, so misti hann síðan tamarhaldi á dystinum og Medvedev javnaði, soleiðis at báðir høvdu vunnið fimm sett í part. Eftir hetta vann Nadal tvey tey næstu setini og harvið eisini Australian Open.
Rafael Nadal er ongin unglingur longur. Nadal er 35 ára gamal og er úr Spania. Nadal telist saman við Federer og Djokovic millum teir størstu innan tennis. Undan Australian Open høvdu allir tríggir vunnið 20 grand slam kappingar og deildu teir tí metið, sum tann tennisleikarin við flest grand slam meistaraheitum. Hetta metið, eigur Rafael Nadal nú einsamallur. Undan Australian Open var Nadal langtíðarskaddur. Altjóða tennisviðmerkjarar hava sagt, at tað er eitt bragd, at hann yvirhøvur var klárur aftur til Australian Open. Nadal hevur verið so mikið darvaður av skaðum, at hann einans hevur luttikið til eina tenniskapping seinastu sjey mánaðirnar í 2021. Aftrat hesum fekk hann korona í desembur.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2009, at Nadal vinnur Australian Open. Australian Open telist millum fýra tær størstu og týdningarmiklastu kappingarnar í tennisheiminum. Hesar kappingarnar vera nevndar grand slam. Hinar grand glam kappingarnar eru Australian Open, French Open, Wimledon og US Open.
Mótstøðumaðurin hjá Nadal í finaluni, Daniil Medvedev, er tíggju ár yngri enn Nadal og liggur haraftrat nummar tvey á altjóðastyrkislistanum. Tað er einans Novak Djokovic, ið liggur frammanfyri Medvedev. Djokovic, sum telist millum tríggjar teir størstu í tennis, átti eisini luttaka á Australian Open, men beint áðrenn kappingarbyrjan var hann tveittur av landinum, millum annað tí, at hann ikki var koppsettur móti korona. Djokovic og Medvedev vóru eisini báðir í Australian Open finaluni í fjør. Tá var tað Djokovic, sum fór avstað við meistaraheitinum.