Í gjár hitti landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Sirið Stenberg, grønlendska starvsfelaga sín, Naaju H. Nathanielsen, Naalakkersuisoq. Naaja er, umframt javnstøðumálaráðfrú, eisini ráðfrú í lógar-, handils-, vinnu og ráevnismálum.
Landsstýriskvinnurnar umrøddu felags javnstøðupoliskar avbjóðingar og mál, og so greiddu tær eisini hvørja aðrari frá tíðarbærum málum í londunum báðum.
Í Grønlandi er nógv áherðsla á spiral-málinum, sum verður rópt antikonceptionssagen, og í løtuni eru tvey kanningararbeiði í gongd. Eitt, sum danska stjórnin hevur sett í verk, og eitt sum grønlendska sjálvstýrið sjálvi hava tikið stig til. Úrslitini av hesum eru klár næst ár. Sirið kundi í hesum sambandi vísa á skriv frá Útnorðurráðnum U 1/2024, sum stuðlar grønlendskum kvinnum í hesum viðkvæma máli.
Um lógarmál greiddi Naaja frá nýggju anti-diskriminatións og javnstøðulógini, sum kom í gildið í ár. Í tí sambandi greiddi Sirið frá hennara ætlanum í mun til at dagføra føroysku javnstøðulógina frá 1994. Ráðfrúurnar skiftu eisini orð um týdningin av at hava hagtøl, sum kunnu vísa á fleiri frábrigdi í mun til ójavnstøðu, eitt nú tá vit umrøða lønarmun millum kyn og fólkasamanseting. Her høvdu vit góð fordømi at vísa á í arbeiðinum, sum Hagstova Føroya ger.
Aftaná fundin vitjaðu ráðfrúurnar Kvinnuhúsið, og fingu frágreiðing um virksemið har. Eisini varð greitt frá um stóru heildarætlanina um harðskap í parlagi og nærsambondum fyri 2023-2028, sum Almanna- og mentamálaráðið hevur staðið fyri og gjørt í samstarvi við onnur stjórnarráð.
Nógvar felags avbjóðingar eru, og ráðfrúurnar vóru á einum máli um, at tað hevur týdning við góðum samstarvi millum norðurlond, men eisini millum útnorðurlondini. Serstaka demografiska og geografiska støða okkara ger, at vit hava nógv viðurskifti, sum tala fyri einum gróðrarmiklum samstarvi, sum eigur at halda fram.