

Kjakið um fartelefonnýtslu í skúlunum kyknaði aftur við nýggjársrøðu løgmans nýggjársaftan. Løgmaður heldur, at vit eiga at fara longri enn bara at hava reglur fyri fartelefonnýtsluni og seta bann fyri fartelefonini í fólkaskúlunum kring landið.
“Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar,” segði løgmaður.
Janus Vang, formaður í Heimi og skúla, heldur ikki, at bann frá almennu myndugleikunum er rætta loysnin í hesum máli.
– At landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum áleggur skúlunum at gera reglur, sum avmarka nýtsluna av fartelefonum, halda vit er gott hugskot.
Í fólkaskúlalógini stendur, at skilhaldsreglur hoyra undir skúlastýrini, sum umboða foreldrini av næmingunum í skúlunum, starvsfólk og kommunur.
Skúlastýrini eru tí rætti myndugleikin at áseta avmarkingarnar fyri einstaka skúlan á ein hátt, sum eru mest gagnligar, vísir formaðurin í Heimi og skúla á.
– Teir flestu skúlarnir hava antin gjørt, ella eru í ferð við at gera, reglur fyri fartelefonnýtslu, og við áheitanini hjá landsstýrismanninum at gera hesar reglurnar, verður tryggjað, at allir skúlar fáa hetta gjørt.
– Saman við kravinum til skúlastýrini um ein telefonpolitikk hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið eisini sent úrdrátt av nýggjastu granskingini á økinum og dømi um reglur, sum kunnu verða samtyktar. Á henda hátt eru skúlastýrini væl ílatin at taka á seg uppgávuna at orða reglurnar.
Hoyr interview í KVF um sakin t. 06.01.25 her.
Les eisini: https://kvf.fo/greinar/2025/01/04/formadur-i-laerarafelagnum-telefonforbod-er-oneydugt