Danska uttanríkisráðið mælir nú fólki frá at fara til Ísrael yvirhøvur. Í slíkum førum halda myndugleikarnir í Føroyum seg til tilmælini hjá uttanríkisráðnum, so hetta er eisini galdandi fyri føroyingar.
Í eini nýggjari vegleiðing, sum er komin í dag, sigur uttanríkisráðið, at støðan í Ísrael er nú so ótrygg, at landið er reytt øki, sum merkir, at mælt verður frá at fara hagar.
Uttanríkisráðið sigur, at serliga er støðan ótrygg, nú stríðið ímillum Ísrael og Hizbollah í Libanon alsamt harðnar í kjalarvørrinum á krígnum í Gaza.
Myndugleikarnir siga, at tað er stórur vandi fyri yvirgangsatsóknum um alt landið, eisini í Tel Aviv, har tað annars plaga at vera nógv ferðafólk.
Higartil hava yvirgangsatsóknir ikki verið ímóti útlendskum ferðafólkum, men fleiri álop hava verið við skotvápnum og har bilar hava koyrt í mannamúgvur, eisini í Tel Aviv og aðrastaðni, har nógv ferðafólk plaga at vera.
– Álopini eru uttan ávaring á støð, har tað vanliga er nógv fólk, eitt nú í bussum, í tokum, við steðgistøð, á tokstøðum, á marknaðum á kaffistovum, skeinkistøðum og á matstovum.
Somuleiðis kunnu mótmælisgongur og samanbrestir ímillum palestinar og ísraelsk trygdarfólk verða uttan ávaring. Tað er serliga stórur vandi fyri samanbrestum jødiskar og muslimskar hátíðardagar, og eftir fríggjadagsbønina.
Serliga skulu fólk ansa eftir á støðum, har nógv fólk er, og tekur ófriður seg upp, eiga fólk at sleppa sær burtur.
Uttanríkisráðið sigur, at støðan kann versna uttan ávaring, og eru tað fólk, sum kortini fara til Ísrael, verður mælt til, at tey spyrja seg fyri, hvussu tey skulu bera seg at.
Men tey siga eisini, at tað kann verða avmarkað, hvørja hjálp fólk kunnu fáa úr uttanríkisráðnum, skuldi tað enda galið, og uttanríkisráðið kann heldur ikki lova, at tey fáa hjálpt fólki úr Ísrael aftur.
Tí heita tey á fólk um at fylgja væl við gongdini, bæði í miðlunum, hjá teimum, sum skipa fyri ferðini ella á hotellinum, tey gista á.