Myndugleikarnir í París herða nú koronureglurnar fyri býin, og frá í morgin av kanst tú fáa eina bót á 1000 krónur, ert tú ikki í munnbindi í almenna rúminum - eisini uttandura.
Olivier Véran, heilsumálaráðharri í Fraklandi, sigur sambært Reuters, at talan er ikki longur um eina aldu av koronu, men eina flóðaldu.
Boðini koma, samstundis sum fleiri onnur evropeisk lond boða frá methøgari smittu. Í Fraklandi vóru yvir 208.000 tilburðir í gjár, í Danmark, Portulal og Stórabretlandi hevur smittutalið sett met seinastu dagarnar, og í Polandi vórðu skrásett 794 andlát við koronu í gjár, ið er tað hægsta, síðan smittan tók seg fram.
Í Fraklandi var longu frammanundan krav at hava munnbind, skuldi tí inn í almennar bygningar og nýta alment ferðasamband.
Kravið um munnbind er kortini ikki galdandi, um tú ert á súkklu ella situr í bili.
Umframt kravið um munnbind hava myndugleikarnir eisini tikið avgerð um at steingja náttarlívið og at krevja í minsta lagi tríggjar heimaarbeiðisdagar hjá teimum, ið hava møguleika til tess.