Sum vit áður hava skrivað, verður arbeitt við at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. Men nú er so greitt, at tað verður í hvussu so er ikki í Suðuroy, at tað verður bygt.
Myndugleikarnir hava bjóðað kommunum at koma við uppskotum um, hvar eitt nýtt fongsul kann vera og úrslitið var, at 11 kommunur bjóðaðu grundstykki fram til eitt nýtt fongsul.
Ein av teimum var Tvøroyrar kommuna. Men nú er greitt, at tað verður hvørki á Tvøroyri, ella nakra aðrastaðni í Suðuroy, at eitt nýtt fongsul verður bygt.
Tvøroyrar Kommuna hevur nevniliga fingið skriv frá myndugleikunum um, at Suðuroyggin er vrakað í hesum sambandi.
Orsøkin er, at Suðuroyggin liggur so fjarskotin, siga myndugleikarnir.
Farleiðin við Smyrli um Suðuroyarfjørð er ikki mett hóskilig og trygg fyri myndugleikar, starvsfólk, avvarðandi hjá teimum fongslaðu, og fangarnar sjálvar, eru boðini Tvøroyrar Býráð hevur fingið.
Grundgevingin frá myndugleikunum er, at skal fongslið verða í Suðuroy, verður tað »en meget lang rejsetid« fyri myndugleikarnar, starvsfólk og avvarðandi hjá fangunum.
Tey siga, at skuldi ein neyðstøða tikið seg upp, fer tað at taka ógvuliga langa tíð at fáa fólk á staðið. Suðuroy hevur bara eitt ferjusamband til Havnar, so umframt frástøðuna til Havnar, ger tað eisini ferðingartíðina longri, siga myndugleikarnir.
Tey siga, at skal fongsið verða á Tvøroyri, verður tað eisini neyðugt at fáa sítt egna vatnverk og reinsiverk.
Býráðslimir á Tvøroyri undrast stórliga á niðurstøðuna hjá myndugleikunum.
Tey vísa á, at samgongan hevur sett sær fyri at útvega arbeiðspláss í útjaðaranum, og hetta hevði verið ein gyltur møguleiki, siga býráðslimir á Tvøroyri.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, vísir eisini á, at tíðarætlanin fyri fongslið er líka long sum fyri Suðuroyartunnilin, so verður farið undir tunnilin nú, verða bæði tunnil og fongsul liðug í senn.
Ella sum ein borgarstjórin turrisliga tók til: Myndugleikarnir vilja ikki bjóða fangum tey korini, tey bjóða suðuroyingum hvønn einasta dag.