Donsku myndugleikarnir fylgja væl við teimum russisku skipunum, sum eru í Føroyum, og sum eru undir illgruna fyri at njósnast, og fyri herverk.
Tað hevur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, upplýst fyri Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni.
Sjúrður Skaale hevur spurt hann hvussu gott eftirlitið í roynd og veru er við teimum russisku skipunum undir Føroyum, serliga skipini hjá teimum báðum feløgunum, sum eru undir illgruna fyri at njósnast og fyri at hava sabotera sjókaðalar.
– Myndugleikarnir, sum varða av trygdini, taka hóttanina í álvara, og hava neyvt eftirlit við svartlistaðu russisku skipunum, er svarið frá danska ráðharranum.
– Men hann kann ikki siga, hvat tey ítøkiliga hava funnið fram til tí tað er umfatað av tagnarskylduni.
Løgmálaráðharrin sigur annars í svarinum, at danskir myndugleikar hava havt umfatandi eftirlit við skipinum, Melkart-2, tá tað í juli legði at í Klaksvík.
– Skipið bleiv fylgt og avmyndað – bæði av sjónum og úr luftini av hernaðarflogfari. Eisini var løgreglan umborð og kannaði passini hjá manningini.
Løgmálaráðið vissar um, at trygdin hjá Føroyum er partur av trygdini hjá kongaríkinum.
Eisini verður víst á meting frá fregnartænastuni PET, ið áður hevur mett, at tað er vandi fyri russiskum fregnarvirksemi í økinum kring Føroyar.
Harumframt verður nevnt, at Danmark er í tøttum samstarvi við Noreg og Stórabretland, og NATO annars, um eftirlit í Norðuratlantshavinum.
Sjúrður Skaale sigur í tíðindaskrivi, at hann fegnast um, at støðan verður tikin í álvara.
– Tað er gott at vita, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við russisku skipunum.
Hann sigur, at sjálvandi hevði tað verið áhugavert at at fingið at vita hvat teir hava – ella ikki hava – funnið fram til, men tað ber eyðvitað ikki til at upplýsa í slíkum almennum svari.
Hann leggur eisini merki til, at tað eftirlitið løgmálaráðharrin greiðir frá, varð EFTIR, at hann hevði reist málið við at seta spurningarnar...
Hann vísir í tí sambandi eisini á, at fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi danska løgmálaráðráðið, at virksemið hjá fregnartænastuni, PET, í Føroyum, verður styrkt enn meira.
Tað verður gjørt fyri at vísa, hvussu álvarsama teir myndugleikar halda, at støðan er.
Peter Hummelgaard, sigur annars soleiðis í svarinum:
– Jeg vil gerne understrege, at det vigtigste for mig som justitsminister er at værne om Kongerigets sikkerhed og tryghed, og der skal ikke herske nogen tvivl om, at Færøernes sikkerhed også er Kongerigets sikkerhed. De danske myndigheder tager truslen fra fremmede staters efterretningsvirksomhed mod Kongeriget meget alvorligt. Det gør regeringen selvsagt også.