Tey, sum gingu í kommunuskúlanum í seksti og sjeytiárunum og áttatiárunum helst við, kennast við støðuna. Morgunsangur var í auluni hvønn morgun eftir fyrsta tíma, og Torbjørn Simonsen ella Johannes Nolsøe settust við urguna og lótu skápshurðarnar upp til pípurnar áðrenn farið var undir at syngja ”Nú skínir sólin bjarta” ella onkran annan vakran morgunsang úr sálmabókini.
Handan bláligu skápshurðarnar dagaðu vakrar myndir fram av børnum, ið spældu ljóðføri. Tað var nakað serstakt við hesum myndunum, tí tær vóru einans atgeingiligar tá urgan var opin.
Mong munnu tey vera, ið hava minst aftur á júst tær myndirnar, nú aulan í Finsen, sum staðið nú eitur, er ístandsett og verður brúkt til alskyns almenn tiltøk, serliga av musikalskum slag.
Myndirnar í urguni, sum Zacharias Heinesen málaði, eru nú komnar til heiðurs aftur. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at skápshurðarnar eru hongdar upp sum listaverk í gongini uttan fyri auluna.
Heimasíðan skrivar soleiðis:
Tað var í sekstiárunum, at Tórshavnar kommuna bílegði pípuurguna til stóra skálan. Frammanundan høvdu feðgarnir William Heinesen og Zacharias Heinesen umframt Ingálvur av Reyni myndprýtt hølini. Serliga eyðkent er stóra verkið hjá Williami á bróstinum, sum vísir bardaga Sjúrða móti orminum.
Teir báðir William Heinesen og Verland Johansen tosaðu um, at tað hevði verið rættast, at pípuurgan varð myndprýdd samsvarandi hinum listaverkunum í skálanum. Og tað var Zacharias Heinesen, sum fekk til uppgávu at myndprýða urguna.