Myndir: Vónbrotnir føroyskir fjepparar

Føroyar taptu 27-30 í móti Serbia og harvið er dreymurin um HM-heiðursmerkið av

Ragnar Sjúrðarson
29. juni 2023 kl. 14:23

Tað verður ikki á hesum sinni, at eitt føroyskt landslið fer at vinna sær HM-heiðursmerki. Nú skulu føroysku dreingirnir kappast um 5. Plássið um vikuskifti har mótstøðan verður antin Danmark ella Týskland

Føroyingarnir komu til fleiri stórar málmøguleikar í fjórðingsfinaluni, men tó eydnaðist tað ikki at vinna á u21 landsliðnum hjá Serbia. 

Væl skipaðu og kropsliga sterku serbarnir vóru á odda allan dystin og mannsvardu føroyska profilin á høgra vonginum, Hákun West av Teigum, sum bara skeyt eitt mál.

Dagsins leikari bleiv ikki óvæntað serbiski málmaðurin, Luka Krivokapic.