Myndir: Ung havørn sædd við Oyndarfjarðarvegin í morgun

Tað er ikki hvønn dag, at vit síggja havørnir í Føroyum, men í morgun var ein ung havørn at síggja við Oyndarfjarðarvegin í Eysturoynni

Sigurjón Einarsson
27. september 2021 kl. 11:50

Tá Ólavur Olsen var á veg til arbeiðis á Hellunum í morgun, var tað ein stórsligin sjón, sum brádliga møtti honum, meðan hann koyrdi á Oyndarfjarðarvegnum, tí skamt frá vegnum sá Ólavur ein stóran fugl, sum fekk hann at steðga bilinum. Hetta mátti kannast nærri, helt hann.

– Tað var ein somikið stórsligin sjón, at eg mátti fara úr bilinum og ganga eitt sindur móti fuglinum, so eg kundi taka myndir. Tað gekk so skjótt, so tað var ringt at fáa góðar myndir, men eg fekk tikið nakrar, sigur Ólavur Olsen.

Ólavur helt, at talan var um eina ørn, men hann helt, at hann skuldi spyrja inni á Facebook-bólkinum, Fuglar í Føroyum, fyri at vera vísur í, um talan var um eina ørn, ið hann hevði sæð. Svarið fekk hann beinavegin.

Silas Olufson, ið hevur eygleitt fugl frá barnsbeini av og hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi, var skjótur at svara.

– Jú, hatta er ein ung havørn, skrivar Silas á Facebook-bólkinum stutt eftir, at Ólavur hevur lagt nakrar myndir út á bólkin.

Ólavur Olsen, sum er ættaður av Saltnesi, sigur, at tað vóru umleið 15-20 krákur, ið fylgdu aftaná ungu havørnini, og tá sást týðiliga, hvussu stórur munur var á støddini á fuglunum.

Hví tær mongu krákurnar fylgdu havørnini, veit Ólavur ikki, men at síggja til sá havørnin út til at hava tað gott, heldur hann.

Her eru nakrar myndir av havørnini:

Um havørnina

Havørnin eitur á latíni Haliaetus albicilla. Hon hevur nakað minni kropp enn svanur, men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, Noregi og Svøríki, ikki sørt á Íslandi — altíð nær við sjógv ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum.

Føðin er mest fiskur og fuglur. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í Tindhólmi er væl trúlig.

Reiðrið er oftast í høgum homrum, óføra stórt, sum favn breitt og hálvan favn høgt; tilfarið er mest viðagreinar, í neðra tjúkkar sum armar, sum upp kemur, klænir. Sum aðrir rovfuglar verpur hon tíðliga á vári — longu í mars. Eggini eru tvey; seks vikur tekur at klekja tey. Ungarnir elta tær gomlu til út á heystið. Í árunum, áðrenn teir setast í búgv, strúka teir víða um lond. Nú og tá kemur onkur til Føroyar. Tá væntaðu teir gomlu Føroyingarnir stórt herverk í haganum; ein maður, sum skeyt eina ørn, varð fríur bæði fyri nevtoll og skjútsflutning, so leingi hann livdi. Enn koma ørnir higar av og á, men einki hoyrist um, at tær gera nakað ilt.

Í Føroyum eigur slagið ikki, men hon átti fyrr og varð eftirtráað langt aftur í 1600-árini.

Kelda: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.