Stórur áhugi fyri ferðavinnuni 2025

Perlan var fullsett í gjár til kveikjandi ferðavinnutiltak, har sjóneykan varð sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni.

Tíðindaskriv
8. november 2024 kl. 14:49

Perlan var fullsett í gjár til kveikjandi ferðavinnutiltak, har sjóneykan varð sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni.

Tiltakið var ætlað øllum, við áhuga í ferðavinnu og íverksetan. Á skránni vóru fleiri áhugaverdar framløgur frá starvsfólkum og virkandi í ferðavinnuni.

 

Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, bjóðaði vælkomin. Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum greiddu frá vælumtókta vinnudíkjara átakinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, sum byrjar aftur í januar 2025. Alt í alt hava 37 ferðavinnufyritøkur og verkætlanir luttikið í átakinum síðani 2019 og nú ber aftur til at søkja um luttøku. Kunnað var um, at øll, sum ynskja at menna ella nýhugsa teirra ferðavinnuvirksemi eru vælkomin at søkja, á www.hugskotid.fo. Umsóknarfreistin er til og við 25. november.

 

Harumframt vóru trý styttri upplegg frá fyritøkum, ið hava luttikið í vinnudíkjara átákinum “Nýskapan í ferðavinnuni” ígjøgnum árini. Hesar vóru Føroyar Live, við Guðrun Poulsen og Jógvan Høgnesen. Rent Your Car við Tór av Skarði og Jákup Breckmann og eatlocal, við Ragnhild Dam og Jóannes Huusgaard á Fløtti.

 

Súsanna Sørensen, frá Visit Faroe Islands, greiddi frá nýggjastu rákunum í ferðavinnuni, við útgangsstøði í ferðavinnætlanini hjá Visit Faroe Islands, umframt hvørjar upplivingar hóska til ætlanina, og hvørjar upplivingar vit enn mangla í Føroyum.

 

At enda hugleiddi royndi íverksetin Michael Koba um góðar vanar fyri íverksetarar, og hvussu ein kann fyribyrgja at fara niður við stress í einum gerandisdegi við nógvum órógvi undir heitinum “Talgild sjálvverja”.

 

Tað vóru Hugskotið og Visit Tórshavn sum skipaðu fyri tiltakinum.