Ongi úrslit

Myndir: Soleiðis fer Oyrasundskollegiið at síggja út

Størsti - og millum føroyingar mest kendi - studentagarðurin í Norðurlondum, Oyrasundskollegiið, fer at fáa eitt stórt grønt øki í næstum. Terrassan fer at fáa 350 trø, runnar og plantur, ið skulu plantast har

Sigurjón Einarsson
13. juli 2021 kl. 14:39

Nú verður ein partur av Oyrasundskollegiinum meira grønt. Terrassan, sum bindir nógvar blokkar saman skal umbyggjast til eina grøna “SocialSpine” við vakstrarhúsi, lestrarplássi, útikøki, felags hava og nógvar plantur, sum skal fáa lív í útiumhvørvi í skjótt 50 ára gamla studentagarðin.

– Oyrasundskollegiið er ein lítil landsbygd av ungum fólki frá nógvum heilt ymiskum mentanum. Tað sosiala lívið er longu ríkt og brúsandi, men tað er bara goymt og skilt at í hvør sínum betongblokki. Við “SocialSpine” ynskja vit at skapa eina natúrrammu um enn meira sosialan aktivitet, har gomul sum yngri kunnu hittast tvørtur um aldursbólkar og mentanir, skrivar Rasmus Astrup, ið er partnari og designstjóri hjá SLA-arkitektum í einum tíðindaskrivi.

Ein annar tanki við at gera terassuna grøna við plantum og trøum er at økja um biodiversitetin kring studentagarðin, ið ikki var partur av “betongeffektivismuni í 1970-unum”, sigur Rasmus Astrup, og eftir ætlan skulu 350 trø, runnar og plantur plantast á økinum.

Arbeiðið verður mett at fara at kosta 2,8 milliónir krónur.

Eftir ætlan skal terassan, sum bindir nakrar av blokkunum saman, síggja soleiðis út:

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38