Myndir: So nær og tó...

Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum spældi ein frálíkan fyrra hálvleik og átti at verið frammanfyri áðrenn skotar yvirhøvur høvdu fótað sær. Men sum í dystinum móti dønum rakk tað ikki heilt til endan, tí skotar vunnu við einum máli móti ongum. Vit lata myndirnar hjá Jens Kristiani Vang tala fyri seg

Myndir: Jens Kristian Vang/Orð: Sveinur Tróndarson
12. oktober 2021 kl. 22:10

Enn einaferð er kenslan tann sama. 

Vit hava spælt ein branddyst, men hava tapt. Og vit hava tapt so l´ítið sum vit yvirhøvur kunnu. Skotar skoraðu, tá tað bara restaðu nakrir heilt fáir minuttir av seinna hálvleiki, og so fóru vit øll, sum halda við Føroyum so nakkalong til húsa aftur.

Og tað gjørdu vit so kortini ikki, tí tað sum vit altíð tosa hart um, arbeiðsavrikið, tað var akkurát tað sum tað skuldi vera.

Frá fyrsta bríkslið stríddust menn, allir sum ein, og enn einaferð spældu teir seg fram til fleiri stórar - og enntá risastórar - kjansir. Kjansir, sum áttu at givið mál.

Men tað hendi ikki, og so hendir tað sum vanliga hendir, at mótstøðuliðið skorar. Tað gjørdu skotar og tað var nóg mikið til tað, sum teir komu til Føroya eftir. Trimum stigum.

Ivaleyst høvdu teir roknað við einum lættari sigri enn teir fingu, tí teir máttu stríðast til síðsta blóðsdropa fyri at fáa sigurin heim.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var á Tórsvølli og hann hevur tikið hesar myndirnar frá dystinum.