

Myndir: Føroyar-Kroatia 31-27
Føroysku dreingirnir fingu leiðsluna nakað fyri hálvleik og hildu leiðsluna allan vegin
Ragnar Sjúrðarson
2. juli 2023 kl. 11:06
Eftir tveir ósigrar móti Serbia og Danmark settu Føroyar punktum við einum greiðum sigri á Kroatia í morgun.
Dreymurin um HM-heiðursmerki rakk ikki hesuferð, men føroyingarnir kunnu avgjørt vera stoltir av at enda nummar sjey av teimum 32 liðunum, sum vóru við til HM.
Bjarni í Selvindi var valdur at vera dagsins leikari.