Myndir: Ein fiskiørn sædd í Saksunardali

Í síðstu var ein havørn sædd omanfyri Hellurnar, og í morgun er ein fiskiørn sædd í Saksunardali í Streymoynni

Sigurjón Einarsson
5. oktober 2021 kl. 13:50

Fyri viku síðani sá Ólavur Olsen eina havørn omanfyri Hellurnar, og í morgun hevur Sonja Dalsgaard Nolsøe sæð ein fugl, sum var ein ørn av onkrum slag.

Hon spurdi seg so fyri inni í Facebook-bólkinum, Fuglar í Føroyum, hvat fyri slag av fugli hetta mundi vera, og svarið fekk hon skjótt. Hetta var ein fiskiørn ella ein gjóður á føroyskum.

Í 2008 helt ein fiskiørn til við Hálsavøtnini á Sandoynni. Tá segði Jens Kjeld-Jensen við in.fo, at tað nokk bara var ein spurningur um tíð, áðrenn fuglurin fleyg burtur aftur.

Fiskiørn er nógv minni enn eitt nú havørn, sum eisini er sædd í Føroyum nakrar ferðir – seinast var í síðstu viku omanfyri Hellurnar.

Les meira her: Ung havørn sædd við Oyndarfjarðarvegin í morgun

Sagt verður um fiskiørnina, at fuglurin livir upp til navni, tí fiskiørnin etur fyri tað mesta fisk.

Um fiskiørnina

Fiskiørnin ella gjóður (frøðiheiti - Pandion haliaetus) hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Millum annað í apríl mánaði 2008 helt ein fiskiørn til á Hálsvøtnum á Sandoynni.

Lesa vit í Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951 stendur millum annað at lesa, at:

Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100 prosent av fiski. Fiskiørnin er nógv minni enn havørn og landørn. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir.

Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski.

Seigliga flýgur hon, einar tíggju favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, at fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum”.

Her eru nakrar myndir av fiskiørnini: