VÍF - KÍF 34-32 eftir longda leiktíð (18-18 / 29-29)
Ein triðja hálvfinala skal spælast, eftir at kollfirðingar tóku annað stikkið í Vestmanna. Nú hava liðini vunnið hvør sín dyst, og sostatt skal ein triði dystur til, fyri at finna finaluliðið.
Tað var ógviliga javnt í Kollafirði, tá KÍF og VÍF hittust í fyrstu hálvfinaluni, men tað var sanniliga dramatikkur, tá liðini aftur brustu saman í gjárkvøldið í Vestmanna.
Tað stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks, og tað stóð eisini á jøvnum, tá gamla klokkan í Vestmanna ýldi eftir 60 minuttir. Tá var støðan 29-29 og longd leiktíð mátti til.
Í longdari leiktíðini vóru teir meira royndu KÍF-leikararnir, ið traðkaðu í karakter, so dysturin endaði við, at kollfirðingar fingu sigurin við sær til hús úr Vestmanna.
Tí má ein triði og avgerandi hálvfinala spælast, hvat av hesum liðunum skal hitta H71 í finaluni.
Tann dysturin verður í Kollafirði hóskvøldið 31. mars klokkan 20.
Myndamaðurin Jens Kr. Vang var í Vestmanna og tók hesar myndirnar: