Nógv var tað sama, men broytingar vóru eisini í onkrum róðrum á Sundalagsstevnuni, sum hevur verið í Hvalvík og Streymnesi um vikuskifti. Millum annað hava fuglfirðingar fingið ein nýggjan vinnarabát, tá Malunarhav vann róðurin hjá 5-mannaførum við gentum 14. Og so vann Leikalind hjá róðrarfelagnum Tindi úr Eysturkommunu róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum.
Annars var alt við tað gamla í øðrum róðrum, tí millum annað setti Jarnbardur við kvinnum eina tjúkka striku undir sín suverenitet hjá 6-mannaførum við kvinnum. Og Klaksvíkingur vísti enn einaferð, at teir eru tað sterkari enn manningin á Norðingi.
Róðurin skuldi annars havt verið avgreiddur í gjár, men illveðri fekk fyrireikararnar at útseta róðurin til í dag. Og tað var ein skilagóð avgerð, tí veðrið vísti seg frá síni frægastu síðu, og tí varð kappróðurin í dag avgreiddur undir bláum himli.
Jens Kristian Vang var til kappróður á Sundalagsstevnu, og vit hava fingið hesa myndarøðina frá honum.