Klaksvíkingar fegnast um at teir aftur hesaferð kláraðu at halda Norðingin aftanfyri seg. Nú liggur væl fyri at vinna meistaraheitið hjá Klaksvíkingi (Mynd: Jens Kristian Vang)
Myndarøð: Fjarðastevna í Vestmanna
Myndamaður okkara var til kappróður í Vestmanna í gjár, har hann fekk nógvar góðar myndir, bæði av kappróðri og av áskoðarum
Tekstur: Sveinur Tróndarson/Myndir Jens Kr. Vang.
10. juli 2022 kl. 16:23
Gaman í eru stevnurnar broyttar nógv seinastu árini, og gaman í broytist kappróðurin eisini frá ári til ár.
Men tað sum er óbroytt er spenningurin tá róð verður.
Í gjár kappaðust rógvararnir í Vestmanna og onkrir róðrar vóru sera spennandi. Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var í Vestmanna við myndatólinum og fekk hesar myndirnar burturúr.