Myndaódn í Steinprenti

Myndaódnin 2020 er heitið á árligu framsýningini í Steinprenti, har framsýnt verður eitt úrval av øllum tí, sum er framleitt á verkstaðnum í brátt farna ári.

Kinna Poulsen
11. desember 2020 kl. 16:41

Nú árið er farið at halla, plagar hugnaløta at vera í Steinprenti, har limir í áhugafelagnum Steinbrá hittast í Steinprenti, heinta árliga gávuprentið og fáa heitt gløgg at drekka, men ikki í ár. Orsakað av covid-19 hava tey á verkstaðnum avgjørt ikki at hava vernissage og gløgg í ár. Kortini letur árliga Myndaódnin upp og verður hon at síggja í Steinprenti fram til jóla.

Listafólk hava verið í sving
Sjálvt um sóttin partvíst tálmaði virkseminum eisini í Steinprenti, so er nógv hent í 2020. Mong listafólk hava arbeitt á verkstaðnum og hava fingið væl burturúr: Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Kirstine Roepstorff, Bárður Oskarsson, Daniel Milan, Zven Balslev, Svend-Allan Sørensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Lena Nikolajsen, Zacharias Heinesen, Vibeke Mencke-Nielsen, Poul Janus Ipsen. Summi teirra hava eisini framsýnt í Steinprenti, her tað í summar vóru heilar tvær framsýningar; ein hjá Claus Carstensen og ein blandað, Litbrá uppi yvir handlinum hjá Østrøm, har dentur varð lagdur á kolorismu í føroyskari samtíðarlist. Steinprent hevur somuleiðis stóran leiklut á listaframsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Steinbrá og gávuprent
Á hvørjum ári fáa limirnir í áhugafelagnum Steinbrá eitt gávuprent, sum skiftandi listafólk framleiða á grafiska verkstaðnum. Ársins Steinbrá gávuprent hevur Torbjørn Olsen gjørt. Tey eru frálíka vøkur og fjálg. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av tess mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Limir kunnu heinta sítt gávuprent í døgunum 9.desember, 10.des 11.des og 12.des. Minnist til kvittan! – Nóg mikið av prentum er til allar limir og til ber at skriva til litho@olivant.fo og leggja eitt prent av, sum mann kann koma eftir, tá tað passar. Møguligt er eisini aftur í ár at melda seg sum lim í Steinbrá og fáa eitt prent alt fyri eitt.

Ein fjølbroytt framsýning
Miðskeiðis í framsýningarrúminum hanga tríggjar nýggjar portrettmyndir, sum Torbjørn Olsen flogvituga hevur teknað á litografiskar steinar við líka nógvum ansi fyri persónsmenskuni í portrettevnunum sum fyri ljósinum, ið á næstan gandakendan hátt savnast kring teknaðu persónarnar. Myndaódnin er aftur í ár sera fjølbroytt og fevnir bæði um landsløg, portrett og alt møguligt annað. Har hanga tríggir av teimum at síggja til óítøkiligu málningunum hjá Rannvá Kunoy, ið skifta lit, tá tú gongur framman fyri teimum. Har eru eisini nøkur spildurnýggj fløskuverk hjá Hanna Bjartalíð og nakrar lutfalsliga smáar standmyndir hjá honum, sum í roynd og veru hava málandi dygdir og minna um tá Hanni Bjartalíð málaði hús á lørift. Fríða Matras Brekku hevur m.a. gjørt eitt fínt lítið træprent av Tróndi Patursson. Tróndur hevur sjálvur arbeitt at kalla nátt og dag við monumentala tunnilsverkinum. Men í summar arbeiddi hann nokk so leingi í Steinprenti, har hann gjørdi eina røð av steinprentum, ið myndevnisliga minna um málningar og glasverk, sum listamaðurin hevur gjørt við íblástri í náttúruupplivingum. Litirnir í fleiri av prentunum eru bjartir og sum skilst hevur Tróndur arbeitt eitt sindur á sama hátt sum tá hann fæst við glas. Tað vil siga, at hann arbeiðir uppá fleiri litografiskar steinar í senn, hann hevur arbeitt bæði spontant og í fleiri umførum, og hevur í serligan mun miðað ímóti at fáa ljósið í pappírinum fram í litunum.