Framsýningin MUTATIÓNIR á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn er serlig uppá fleiri mátar.
Hon er serstøk tilfarsliga sæð, tí hon fevnir um ymisk listasløg, um design og videolist, men hon er ikki minst serstøk, tí hon er eitt kærleiksfult úrslit av samstarvi millum móður og son.
Samanhangandi
Á framsýningini verða videoverk, installatiónir og design framsýnd. Sjálvt um stórur munur er tilfarsliga millum til dømis bleyt klæði og harðar skermar, hongur framsýningin væl saman.
Tað ger hon millum annað av tí, at klædnadesignið hjá Barbaru í Gongini er so mikið listaligt og skulpturelt, sum tað er og tí uppsetingarnar hjá Hauge í Gongini Djernis heilt týðiliga eru gjørdar við stórari virðing og kærleika mótvegis listini hjá mammuni, samstundis sum hesi verk hava sín egna samleika við tilsipingum og minnisbrotum um føroyska náttúru – hetta seinasta er eisini við til at homogenisera framsýningina.
Framsýningin er pallsett í einum myrkum framsýningarrúmi, sum í grundini tykist ógvuliga í GONGINI ella tað hugsaði eg í hvussu er, tá eg trein innar í niðasta framsýningarhølið á Bryggjuni – tað við betongveggjum, ið hóskar sera væl til stílin hjá teimum báðum framsýnarunum.
Dynamisk framsýning
Júst sum mótasýningarnar hjá Barbaru í Gongini, er henda listaframsýningin ógvuliga atmosferisk – tað er eins og alt hølið darrar í hálvaskýmingini við bláum skermljósi og fláum av elektroniskum ljóði.
Tað er sjálvandi áhugavert at síggja design hjá Barbaru í Gongini framsýnd á eini listaframsýning. Hetta eru jú pløgg, sum eru hugsað og framleidd at fara í og sum ofta eru multifunktionel. Tað vil siga, at tú kanst brúka plaggið sum tú vilt, um tú ert maður ella kona, sum fótsíðan kjóla ella bundið upp sum blusu.
Útvaldu verkini eru “show stoppers” tað vil siga hæddarpunkt hjá sniðgevaranum frá 2004 til 2019. Klæðini eru øll svørt, summi eru einføld monumental, meðan onnur eru merkt av nógvum áhugaverdum staklutum, ið kunnu vera assymetriskt staðsettir á meginbulinum – í fleiri førum er tað eins og designið vísir okkum hvussu verkini eru komponerað, fleiri staðni er tað eins og detaljur, lummar og seymingar sita uttaná heldur enn at vera krógvað innanfyri – her hava verkini eitt dekonstruktivt brá samstundis sum asymetrisku og diagonalu linjurnar skapa ein dynamikk og órógv í staklutum, ið verður endurtikið millum skermarnar í spennandi framsýningarheildini.
Retrospektiv avantgarde
Framsýningarupplivingin var um somu tíð stórbær og sorgblíð og fekk meg at hugsa, at eitt tíðarskeið er av. Sjálvt um designini ikki sýnast serliga gomul, so hava flest teirra fleiri ár á baki og tessvegna er talan jú um eina partvíst retrospektiva framsýning.
At hugsa sær at vera til eina retrospektiva Barbara í Gongini framsýning!!! Avantgarde og retrospektiv í einum – frammanfyri og aftanfyri í senn.
Innan listina var hugtakið upprunaliga brúkt um tey mongu skiftandi avantgardurákini, hvørs megináhugi var at bróta við verandi hevd og sum í dag verða nevnd undir savnandi hugtakinum modernisma.
Hesin støðugi áhugin fyri at bróta upp úr nýggjum gjørdist eitt av eyðkennunum hjá listini og er tað enn – tá tú skapar eitt verk, skal tað helst vera nakað annað enn tað, sum finst frammanundan.
Analog digital list
Hauge í Gongini Djernis gongur í løtuni á Kunstakademinum í Tróndheimi – hann er uppvaksin í Keypmannahavn, men heldur sjálvur, at Føroyar hava týdning fyri hann sum hálvan føroying.
Eg havi vist bara upplivað listina hjá Hauge í Gongini Djernis einaferð áður – tað var á teirri áhugaverdu framsýningini í Norðragøtu í fjør summar, Always Coming Home – OCEANIC CONNECTEDNESS.
Blóðreyða videoverkið hjá Hauge við heitinum Mentalflow fluid simulation var ikki minst hugtakandi orsakað av staðsetingini av elektroniskum monitorum í síða, váta grasinum kring Húsini hjá Karli í Norðragøtu.
Hansara verk og framsýningin MUTATIÓNIR sýna sama áhuga fyri at seta saman tað talgilda og analoga og fleiri staðni er tað, tú heldur vera náttúra nakað annað. Náttúrufrumevni, klettar, sjógvur og okkurt, sum minnir um korallriv kunnu í veruleikanum vera úrslitið av talgildum og listaligum strategium og myndaglitchum, ið ger okkum varug við hvussu stóran týdning tað digitala sum heild hevur fyri yngra ættarliðið.
Miðskeiðis í framsýningarhølinum er verkið Déja vu is usually a glitch, sum Hauge í Gongini Djernis hevur gjørt við støði í einum steini, sum hann fann í fjøllunum í Noregi og gjørdi 54 gipsavbrigdi av. Hesi eru sett upp eins og talvfólk í einum mynstri á gólvinum, sum rúmliga samlar framsýningina.
Zeitgeist
Zeitgeist – tíðarond ella ansur fyri síni egnu samtíð er uttan iva tað týdningarmesta sermerki hjá samtíðarlistini. Tað er næstan synonymt við samtíðarlistina og tessvegna eisini torført at greina.
Kanska ber til at taka eitt komparativt øvugt dømi um tíðarkenslu í nøkrum av tí, vit upplivdu í sendingunum um William Heinesen (KVF 2022), hvørs kvinnufatan til dømis tykist serstakliga ótíðarhóskandi – her tosi eg ikki um fatanina hjá geniala listamanninum frá 1900, men um fatanina í teimum annars tiltrongdu sjónvarpssendingunum.
Ber tað yvirhøvur til at leggja so lutfalsliga stóran dent á skaldadísir/musir og undirbrotlig konufólk í sendingum í okkara samtíð post metoo? Er vandi tá ikki fyri, at samtíðin tá tekur frástøðu til avvarðandi listafólk?
Mutatiónir
Sjálvt um Barbara í Gongini uttan iva er eitt barn av síni egnu tíð og at til dømis dekadenti og androgyni avantgardemótin og listin í 1980-unum hevur ávirkað hana estetiskt, so hevur hon megnað støðugt at flutt mørkini og sameint dramatiska avantgardestílin við tíðarhóskandi umhvørvislig, humanistisk og etisk atlit. Hon hevur altíð verið í síni egnu tíð og torað at verið seg sjálv.
Framsýningin eitur MUTATIONER, sum bæði innan lívfrøði og málfrøði kann sipa til stigvísa broyting og menning, ið vit eisini uppliva á klædnasniðunum og ikki minst í tí eina videoverkinum hjá Hauge í Gongini Djernis, Memories of grass and water við einum upprættum figuri í einum landslagi, sum støðugt umskapast.
Verkið minnir um okkurt videolag til dømis hjá Chris Cunningham, men tað minnir kanska mest um listaliga framburðin hjá Barbaru í Gongini við lag oman á lag – tað er eisini hetta, listamaðurin greiðir frá í áhugaverda katalogsamrøðuni millum listafólkini og Mai Misfeldt (katalogið fæst ókeypis!!):
“…videoen er genereret af en kunstig intelligens, der har kigget på flere end 1.000 billeder, og derudfra har den lært at generere sine egne. I samarbejde med den algoritme kan man skabe nye motiver. Jeg har skabt billeder, der minder mig om Færøerne, men som også minder mig om min mors design… “
Melankoli
Framsýningin er teknisk, ítøkilig og kortini merkiliga dreymakend við teimum hvítu einsháttaðu steinunum á gólvinum og myrku skapilsunum, ið sveima úr loftinum eins og longsulsfullir dementorar upp móti blaktrandi landslagsminnum.
Hetta er romantikkur, sum í vakra undirgangsfilminum hjá Lars von Trier, Melacholia – framsýningin snýr seg um sorgblídni um alt, sum var, sum hvørvur og fer, tí at tíðin rennur sum streymur í á og um eina lítla løtu fer ein rødd at ljóða í tí stóra hvíta hátalaranum, sum sigur, at allar gentur við grønum bondum skulu upp nú, tí tíðin er farin.
Tað er tað einasta, vit kunnu vera vís í her á skriðubakkanum, meðan vit enn gleða okkum til, hvat tað næsta verður. Og við spentum tonkum millum skapan og forgeingiligleika tykist tað upplagt at fara innar aftur í framsýningina hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongini Djernis at hyggja og hugsa. MUTATIONER/MUTATIONS verður hangandi á Norðurbryggjuni fram til 11.september í ár.