Elon Musk fer ikki at lata 45 milliónir dollarar um mánaðin til republikanska forsetavalevnið, Donald Trump.
Tað skrivar hann á sosiala miðlinum X, sum Musk eisini eigur.
- Hetta er meira enn býtt. Eg havi aldrin sagt, at eg fari at lata 45 milliónir dollarar um mánaðin til Trump, skrivar hann.
45 milliónir dollarar er 310 milliónir krónur.
Tað er avísin The Wall Street Journal, sum fyri eini góðari viku síðani kom við søguni, sum avísin hevði fingið frá dulnevndum keldum.
Musk skrivar á X, at greinin var “púra følsk” og at hann hvørki fer at lata mánaðarligu upphæddina beinleiðis til Trump ella til ein felagskap, ið savnar pening inn fyri Trump.
Stovnarin og eigarin av Spacex og Tesla hevur áður stuðla demokratiskum politikarum, m.a fyrrverandi forsetanum Barack Obama.
Seinnu árini er hann tó vorðin meira og meira upptikin av evnum, sum amerikanski høgravongurin gongur uppí, so sum kyn og samleika.
Beint eftir at Trump nýliga var fyri eini morðroynd, skrivaði Musk á X, at hann stuðlar honum, ið at blíva næsti forsetin í USA.