Musk vil lata stjórasessin til onkran, sum er "býttisligur" nokk at taka við starvinum

- Eg leggi frá mær, so skjótt eg finni onkran, sum er býttisligur nokk at taka starvið, sigur Elon Musk nú um framtíðina sum stjóri í Twitter

Elon Musk. Mynd: EPA
Steinar Patursson
21. desember 2022 kl. 10:09

Elon Musk, eigari og stjóri í Twitter, hevur nú boðað frá, at hann leggur frá sær sum stjóri í Twitter, so skjótt hann hevur funnið onkran, ið er “býttisligur” nokk at taka við starvinum.

Elon Musk legði herfyri eina atkvøðugreiðslu út á Twitter, har hann vildi hava sínar fylgjarar at greiða atkvøðu, um Musk skuldi leggja frá sær sum stjóri á Twitter.

Samanumtikið vildu góð 58 prosent av svararunum hava, at Musk legði frá sær.

Tað tók kortini ikki leingi, áðrenn Musk byrjaði at draga í land aftur, eftir at fólk í viðmerkingunum vístu á, at niðurstøðan burdi tikið støði í teimum atkvøðum, ið komu frá “blue checks” - Twitter brúkarar, ið eru váttaðir av Twitter.

Síðani hevur verið óvist, hvør ætlanin hjá Musk var, til hann nú vil finna sær ein avloysara.

Musk hevur annars verið undir stórum trýsti at leggja frá sær sum stjóri í Twitter, ikki minst frá partaeigarunum í bilafyritøkuni Tesla, hvørs virði er rapað, síðan Musk tók yvir Twitter.

Musk er eisini stjóri í Tesla.