Ongi úrslit

Musk skal gjalda Trump 72 milliónir krónur

Nú hevur Trump krav uppá endurgjald frá einum av sínum størstu stuðlum

Ragnar Sjúrðarson
13. februar 2025 kl. 20:00

Sosiali miðilin X (fyrr Twitter) hevur gjørt eina semju við amerikanska forsetan, Donald Trump, og skal gjalda 10 milliónir dollarar, sum svarar til umleið 72 milliónir danskar krónur. Hetta skrivar The Wall Street Journal.

Málið stavar frá, tá Trump stevndi X (fyrr Twitter), eftir at kontan hjá honum varð stongd í kjalarvørrinum av álopinum á kongressina 6. januar 2021. Twitter helt, at hansara uppsløg kundu eggja til harðskap, men Trump var ósamdur.

Tá Elon Musk yvirtók X í 2022, var kontan hjá Trump latin upp aftur, men hann hevur framvegis fyrst og fremst brúkt sín egna pall, Truth Social.

X er ikki einasta fyritøkan, sum hevur gjørt avtalu við Trump. Í januar gjørdi Meta – fyritøkan handan Facebook og Instagram – eina líknandi avtalu, tó til ein nógv hægri prís upp á 25 milliónir dollarar (umleið 179 milliónir danskar krónur). Advokatarnir hjá Trump fara væntandi eisini at royna at gera eina avtalu við Google, sum strikaði hann av YouTube eftir ófriðin í 2021.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

Í gjár kl. 09:27