Navnið Muhammad hevur verið millum tey tíggju best umtóktu dreingjanøvnini í Onglandi og Wales síðani 2016, men liggur í ár á einum fyrsta plássi fyri fyrstu ferð. Tað skrivar The Guardian.
Mest vanliga navnið áðrenn tað var Noah, sum nú bleiv sligið niður á annað pláss. Millum genturnar var navnið Olivia tað best umtókta fyri áttanda ár á rað.
Tað eru fleiri mátar at stava navnið. Tríggir mátar hava fyrr verið á top 100 listanum, men hetta er fyrstu ferð at ein einstøk staving stendur ovast.
Navnið Muhammad merkir "tann lovprísaði", og verður oftast sett í samband við profetin Muhammad sum stovnaði Islam í ár 610.
Í Føroyum varð eingin drongur doyptur Muhammad í 2023, sambært Hagstovu Føroya.