Grein úr ólavsøkublaðnum hjá Dimmalætting, sum fæst til keyps í dag.
Í ár er tað Mouritz Mohr, stjóri í Mest, sum hevur fingið heiðurin at seta ólavsøkuna. Vit hava hitt hann til eitt stutt prát.
-Hvussu var kenslan tá tú varð spurdur um at halda setanarrøðuna á ólavsøku í ár?
-Borgarstjórin spurdi um eg kundi koma til eitt prát, men eg væntaði als ikki, at tað fór at snúgva seg um setanarrøðuna á ólavsøku, so eg bleiv eitt sindur ovfarin má eg viðganga. Hetta var ein serstakur spurningur, sum var torførur at svara beinavegin og tað hvørki skuldi eg ella gjørdi eg.
-Fyrstu tankarnir, ið fóru í gjøgnum høvdið vóru “hví eg?”, Um eg fann svari veit eg ikki, flennur Mouritz Mohr.
-Aftana tveir-tríggir dagar boðaði eg so frá at eg fegin vildi taka av.
-Hvønn boðskap ynskir tú at fáa fram?
-Nú er ólavsøkuaftan nógv merkt av ítrótti, og ítróttarmaður havi eg so aldrin verið, so hon fer ikki at snúgva seg nakað serligt um ítrótt. Móttakarin av einari slíkari røðu eru allir føroyingar, úti sum heima, so tað snýr seg um at gera tað yvirskipað, so tey flestu kunnu kenna seg aftur í boðskapinum, hóast mann aldrin kann raka øll.
Vit mugu standa saman
-Er tað nakað ávíst úr tínum lívi, ið kemur at merkja boðskapin, ið borin verður fram á Vaglinum ólavsøkuaftan klokkan 15:00?
-Røðan verður nokk merkt av tí gerandisliga, teimum lívsroyndum eg havi og tí vinnu, eg eri í, har eg eri stjóri í einari stórari fyritøku eftir føroyskum mátistokki. Nú havi eg sum áður nevnt aldrin íðkað ítrótt, men eg havi fingist nógv við sang og kórsang. Eg fari at royna at flætta hetta saman við samanhangsmegina í tjóðini, har eg haldi tað vera av alstórum týdningi, at vit standa saman og loysa tær stóru avbjóðingarnar, ið eru fyri framman.