Móttøka umborð á Glyvursnesi í morgun

Nýggja vakra skipið hjá Smyril Line kom á Havnina fyri fyrstu ferð í morgun

(Mynd Smyril Line)
Ragnar Sjúrðarson
31. desember 2023 kl. 15:15

Í morgun varð móttøka umborð á Glyvursnesi, tá stásiliga skipið hjá Smyril Line kom á Havnina fyri fyrstu ferð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kári Johansen, formaður í Havnanevndini og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line, hildu røður og høvið varð hjá fólki at síggja skipið, áðrenn leiðin gekk til Íslands kl. 13.00. Glyvursnes røkir nú rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.

Smyril Line Føroyar skrivar á Facebook, at tey gleðast um at felagið eigur øll seks skipini í flotanum.