Móttøka í bú- og umlættingardeplinum við Sílá

Bú- og umlættingardepilin við Sílá er ætlaður fólkum við ymiskum avbjóðingum, sum eru í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur

Almenna- og mentamálaráðið
8. februar 2024 kl. 11:26

Í gjár var móttøka á Tvøroyri, tí nýggi bú- og umlættingardepilin við Sílá er latin upp.

Sirið Stenberg helt røðu á degnum. Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri.

 Góðan dag.

Henda dagin havi eg leingi glett meg til! Í dag er ein stórur dagur fyri suðuroyingar og Suðuroynna, at vit nú kunnu veita fleiri tænastur til fólkini her suðuri. Vit vita ikki hvussu lív og lagna laga seg. Dagurin og lívið kann skjótt broytast – og vit kunnu øll koma í ta støðu at okkum tørvar hjálp.

At heimið við Sílá er latið upp gevur fleiri borgarum her suðuri møguleikan til fáa eitt heim ella umlætting í oynni. Hesum hevur tað verið bíða eftir longi. Talan er um borgarar, sum hava tørv á hjálp, og nú veruliga kunnu síggja fram til at fáa hjálpina.

Vit vita, at tað árliga t.d. leggjast eini 3-4 fólk afturat sum eru rakt av seinheilaskaða. Hesi eru sjálvsagt ikki øll rakt líka illani, men í útgangsstøði er støðan altíð álvarslig. Teimum tørvar í fyrsta umfari akutta hjálp á sjúkrahúsi og síðani uppvenjing í tryggum kørmum.

Hetta hevur sjálvandi eisini verið veruleikin í Suðuroy, og tørvurin á búplássum og tænastum hevur verið vaksandi seinastu árini.

Almannaverkið hevur tí havt trupulleikar við at kunna veita nøktandi búpláss til tørvin, og uppgávan at stytta um bíðilistan var ómøgulig uttan fleiri búpláss.

Tí var tað gleðiligt, tá politiska skipanin í desember 2021 setti gongd á arbeiðið at fáa til vega fleiri búpláss her suðuri.

Almannaverkið kundi tá fara undir eitt samstarv við byggifyritøkuna MTV, sum eigur bygningin, við tí fyri eyga at umbyggja og tillaga bygningin til aktuella tørvin.

7,5 mill. kr. vórðu settar av á Fíggjarlógini fyri 2023 til stovnin, so í mai 2023 kundi gongd setast á umbyggingina. MTV metti tá, at bygningurin kundi verða klárur til at taka í nýtslu hálvan oktobur 2023 og í dag kunnu vit hátíðarhalda, at hesin snotiligi bygningur er tikin í nýtslu, og fyrstu fólkini eru komin inn – og fyrstu starvsfólkini sett.

Sílá er bú- og umlættingarstovnur við fimm búplássum og tveimum umlættingarpláss, og er ætlaður fólki frá 18 ára aldri og upp til fólkapensjónsaldur. Avbjóðingarnar kunnu verða av ymiskum slagi, og hetta ger, at námsfrøðilig og heilsufrøðilig ráðgeving og vegleiðing er tillagað hereftir.

Tað er ein sannroynd, at í Suðuroy er talið av fólki við somu sjúkueyðkennum ov lágt til at fylla ein stovn. Tí fer heimið við Sílá at rúma fólki við ymiskum sjúkum og ymiskum avbjóðingum.

Tey sum búgva ella eru til umlætting her, eru vaksin fólk við seinheilaskaða, autismu og sálarligum avbjóðingum. Fólk við øðrum avbjóðingum kunnu eisini fáa pláss, um tað er ráðiligt.

Fakliga verður tilgongdin tó við støði í tí, sum hóskar til einstaka menniskja. Og somuleiðis er umhvørvið á stovninum skipað soleiðis, at tað hóskar til hvønn einstakan.

At bú- og umlættingarstovnurin við Sílá er eitt stórt framstig kunnu vit øll gleðast um. Tað er heldur ikki longri síðani enn so, at vit eru fleiri, ið minnast til ella hava hoyrt um, at fólk, við ymiskum avbjóðingum máttu av oynni – ja í ringasta falli eisini av landinum – skuldu tey fáa ta professionellu hjálpina, sum tey høvdu tørv á. Hetta er tíbetur broytt fyri tey flestu og vit eiga ikki at helma í, fyrr enn hetta verður ein sjálvsagdur rættur!

Og eg eri sannførd um, at tann besta hjálpin fyri tykkum, sum eru fødd og uppvaksin her suðuri, og sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri hjálp frá Almannaverkinum, er, at tit fáa møguleikan at verða búgvandi her, saman við tykkara avvarðandi, og at tit fáa hjálpina frá starvsfólkum, sum kenna tykkum, tykkara tørv og lyndi.

Nei ikki eigur tað at vera neyðugt at flyta av hesi so sera vøkru oyggj, tí vit politikarar og almennu skipanirnar ikki megna at skapa karmar fyri, at tit kunnu búgva her so leingi, tit sjálvi hava hug til tað.

Um vit hyggja út gjøgnum vindeyguni her, síggja vit stórbæru náttúruna við Trongisvágsfjørð, sum fevnandi rúmar sínum borgarum. Higani síggja tit inn eftir fjørðinum móti Trongisvági, yvir um í Líðina og út á fjørðin, bæði yvir í Tjaldavík og út móti Froðba. So útsýni er gott.

Umframt at vit øll hava brúk fyri at verða partur av einum felagsskapi, so hava vit somuleiðis øll somul brúk fyri at anda frísku luftina og um møguligt at røra okkum. Hendan møguleikan fara tit eisini at eiga her.

Nú hava vit fingið fysisku karmarnar, sum liva upp til tey krøv, sum í dag verða sett bæði av myndugleikum og tykkum sum fara at búgva og virka her.

Eg vænti, at tit starvsfólk, sum hvønn dag gera tykkara til, at borgarar í Suðuroynni fáa eina góða tænastu frá Almannaverkinum, eisini fara at gera tykkara til, at nýggju hølini verða gagnnýtt á besta hátt frameftir. Og at virksemið í so stóran mun sum til ber, verður skapt saman við teimum, sum hava tørv á tilboðnum, og at avvarðandi eisini fara at kenna seg heima her.

Umframt at vera karmur um tænasturnar, so er Sílá eisini arbeiðspláss hjá nógvum góðum starvsfólkum.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit skapa karmar fyri, at fólk í Suðuroynni, sum ynskja og hava fakligar førleikar og menniskjansligar eginleikar til at arbeiða við fólki, sum hava avbjóðingar, kunnu velja at búseta seg í Suðuroynni, og hava eitt starv, sum gevur meining. Tað er gott fyri oynna, starvsfólkini og tey sum búgva her.

Eg skal enda við at ynskja øllum góða eydnu og harrans signing við nýggja heiminum, og biðja Elken Holm Wentzlau, leiðara við Sílá, um at koma fram her og taka ímóti einari gávu, sum tit øll vónandi fáa gleði av.

Sirið Stenberg,

landsstýriskvinna