Føroysk flogsøga varð skrivað í gjár, tá fyrsta føroyska farmaflogarið nakrantíð kom til landið. Flogfarið er av slagnum Boeing 757-200, og nevnist “Eysturoy”. Tað er felagið FarCargo, ið er dóttirfelag í Bakkafrost samtakinum, sum eigur flogfarið.
Í morgun klokkan 10 var móttøka í Vága Floghavn, fyri nýggja flogfarinum, har fleiri røður og tónleikur vóru á skránni.
Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo
Umframt Birgir Nielsen, stjóra í FarCargo, sum bjóðaði vælkomin, hildu eisini hesir røður:
Bergur Debes Joensen, prestur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo
Tónleikararnir, Lena Anderssen og Niclas Johannesen, framførdu eisini.
Eftir røðurnar fingu gestirnir rundvísing umborð á nýggja flogfarinum, "Eysturoy".