Undan kappingarbyrjan var málið hjá meistarunum í Klaksvík at røkka europeiskt bólkaspæl. Tað var hugsað um Europa Conference League. Síðani hava klaksvíkingar verið í nánd av meistarakappingini, og í kvøld var tað luttaka í Europa League, sum stóð upp á spæl. Á heimavølli endaði tað 1-1 ímóti FC Sheriff, og í kvøld tapti KÍ 2-1. Tað ber við sær, at KÍ verður í Europa Conference League lutakastinum, tá ið tað í morgin verður drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í bólkaspælinum.
Hóast KÍ nú hevur rokkið endaspælið, sum tað varð roknað við, so eru klaksvíkingarnir í Tiraspol í kvøld bæði vónbrotnir og fattir. Tað er ikki at undrast á, at teir eru vónbrotnir, tí bæði tá ið teir av Molde vórðu varpaðir úr meistarakappingini og aftur í kvøld, vóru tað marginalir, ið vóru avgerandi.
FC Sheriff legði seg á odda við brotssparki. Hetta var marginalstøða og ein áminning um, at tað er torført hjá lítlum felag at spæla á útivølli í Europa.
KÍ spælararnir megnaðu at halda fokus, og eftir horna frá Árna Frederiksberg var tað Luc Kassi, sum við fremra stólpa og við høvdinum sendi bóltin í málið.
Heimaliðið hevði ongantíð av álvara yvirvág, og tað var í fleiri førum tætt við, at KÍ skoraði. Samanspælið var trygt, verjuskipanin var góð, og KÍ avrikaði alla tíðina við skili og umhugsni. Eitt korter undan leikloki kostaði gáloysni í verjuspælinum málið, sum bar við sær, at tað verður FC Sheriff, sum fer at halda fram í Europa League, og at KÍ fer at spæla bólkaspæl í Europa Conference League.
Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannesen og Páll A. Klettskarð vórðu skiftir inn, og tað var tætt við, tá ið Árni Frederiksberg royndi seg við fríspørkum, og tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, legði innfyri við horna úr høgru, fekk miðverjin Heini Vatnsdal krúllin undir bóltin, sum fór dygst framvið handara stólpanum.
Í morgin verður KÍ ferðalagið aftur í Føroyum. Tá vera tveir KÍ nevndarlimir – Tummas Lervig og Kaj Dam – staddir í Monako, har bólkalutakastið verður. KÍ fer fram til mitt í desember at spæla seks dystir í Europa. Í morgin fæst at vita hvørji tey trý mótstøðuliðini vera.