Fyri góðari viku síðan fór ein hending fram í miðbýnum í Barcelona í Spania, ið skakaði alt Evropa. Ein vøruvognur koyrdi við nógvari ferð inn í stórar mannamúgvur av fólki, á høvuðsgøtuni í Barcelona, Las Ramblas, og drap 15 fólk og særdi mong fleiri. Sama dag hendi sama hending í populera ferðafólkabýnum Cambrils.
Í fýra dagar var álopsmaðurin, Younes Abouyaaqoub, leysur, inntil hann bleiv funnin og dripin av spanska politinum. Tólv menn tilsamans eru undir illgruna fyri at hava átt part í atsóknunum. Átta teirra eru funnir, men fýra eru enn leysir.
Í gjár bleiv ein stór mótmælisgonga hildin í Barcelona, at mótmæla og fordøma terroratsóknum. Sambært BBC metti spanska politiið at ein hálv millión fólk vóru samlaði í stórbýnum Barcelona at mótmæla. Skeltið og slagorð við orðunum "No tinc por", ið merkir "Eg eri ikki bangin" á katalanskum, vóru hoyrd og sædd yvir alt. Í tí stóru mongdini av fólkini ið mótmæltu á gøtuni vóru m.a. katalanski forsetin, Carles Puigdemont, og spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy. Spanski kongurin, Felipe, var eisini millum mongdina av fólki ið mótmæltu.