Mótmæla at Katalonia vil loysa

Ein mótmælisgonga gongur júst nú gjøgnum gøturnar í Barselona, ið mótmælir at Katalonia vil loysa frá Spania

Guðrun í Jákupsstovu
8. oktober 2017 kl. 12:08

Nógv rumbul hevur verið í Spania seinastu vikuna, vegna fólkaatkvøðuna hjá fólkinum í Katalonia, um at lýsa seg sjálvstøðugt frá Spania. Har hevur verið ófriður, politiharðskapur, mótmælisgongur og aðalverkfall.

Í dag er aftur mótmælisgonga, men í dag eru tað ikki loysingarsinnaðir katalanar ið mótmæla, heldur fólk ið vilja, at katalonia ikki skal loysa frá Spania. Tað skriva fleiri útlenskir miðlar.

Mótmælisgongan stóð at byrja klokkan 12 spanska tíð, klokkan 11 føroyska. Tað er felagið Societat Civil Catalana ið skipar fyri mótmælisgonguni. Fólk frá øllum Spania streyma í dag til Barselona at mótmæla. Fyriskipararnir vænta, at hetta verður størsta mótmælisgonga í søguni hjá Barselona.

Societat Civil Catalana siga seg umboða "tann friðarliga meirilutan" av Katalonia, ið ynskir at vera verandi partur av Spania.

Tíðindakvinnan hjá DR í Spania, Stéphanie Surrugue, sigur við DR, hesin bólkurin av katalanum, ið allatíð hevur verið ímóti loysing frá Spania, byrja nú av álvara at gera vart við seg.