Árið 1968 varð merkt av nógvum rumbli í USA. Martin Luther King og Bobby Kennedy vóru báðir myrdir hetta árið, og mótmælini móti Vietnam-krígnum vóru so harðmælt sum ongantíð fyrr. Í amerikansku suðurstatunum kókaði eisini, tí afro-amerikanarar í fleiri ár høvdu kravt betri rættindi í flestøllum samfelagsviðurskiftum.
Soleiðis var støðan, tá olympiska liðið hjá USA í oktober mánaði fyri 50 árum síðani fór suður um markið til Meksiko at luttaka á olympisku summarleikunum í Meksiko býi. Sum vanligt var USA favorittur í fleiri av ítróttagreinunum, harímillum eisini í rennikappingunum á styttru teinunum. Tað gekk eisini væl, og um morgunin 16. oktober 1968 vann amerikanarin Tommie Smith 200 metra kappingina og setti enntá nýtt heimsmet við tíðini 19,83 sekund. Avstralski Peter Norman bleiv nummar tvey við tíðini 20,06, og triðja plássið fekk John Carlos, eisini úr USA, við tíðini 20,10 sekund.
Skóleysir á sigurspallin
Men tað var tað sum hendi til heiðursmerkjahandanina aftaná, sum gav endurljóð um allan heimin.
Teir báðir amerikanararnir komu skóleysir upp á sigurspallin, men vóru í svørtum sokkum sum ein ímynd av fátækadømi millum litt fólk í USA. Smith var eisini í einum svørtum turriklæði, sum umboðaði Black Pride-rørsluna.
Carlos hevði sín jakka opnan og umboðaði við hesum sonevndu blue-collar arbeiðsmegina – handverkarar o.a. í arbeiðarastættini – í USA og var eisini í eini perluhálsketu, sum sambært honum sjálvum umboðaði øll tey, sum vóru hongd ella dripin, og sum eingin bað nakra bøn fyri, og fyri tey, sum vórðu tveitt fyri borð í tríkantshandlinum millum Bretland, Afrika og USA.
Allir tríggir heiðursmerkjavinnararnir bóru eisini merkið hjá felagsskapinum OPHR – Olympic Project for Human Rights – sum varð stovnað árið frammanundan og sum skuldi mótmæla rasistiskum skilnaði í USA og aðrastaðni, eitt nú í Suðurafrika, og rasismu sum heild í ítrótti. Silvurvinnarin Peter Norman hevði fyrr verið atfinningarsamur móti gamla White Australia-politikkinum, sum segði, at bert fólk av evropeiskum uppruna kundu flyta til Avstralia, og hann stuðlaði mótmælunum hjá Smith og Carlos.
Peter Norman hevði eisini ein leiklut í tí, sum bleiv mest kenda løtan av øllum. Hetta var, tá amerikanski tjóðsangurin varð spældur, og teir báðir amerikanararnir drýptu høvur og hildu ein neva við einum svørtum handska upp í loft. Teir ætlaðu báðir at hava svartar handskar við, men Carlos hevði gloymt sínar eftir á hotellinum, og tað var Peter Norman, sum skeyt upp, at hann fekk annan handskan frá Smith. Tí stóð Smith við høgra neva á lofti og Carlos við vinstra neva.
Sendir heim til deyðshóttanir
Mótmælið hjá Tommie Smith og John Carlos varð illa móttikið av áskoðarafjøldini, sum “buhaði” eftir teimum. Og olympisku myndugleikarnir hildu heldur ikki nógv um tað, sum teir báðir gjørdu. Táverandi IOC-forsetin Avery Brundage metti ikki, at ein sovorðin politisk støðutakan var hóskandi fyri ópolitisku olympisku leikirnar og gav boð um, at Smith og Carlos skuldu tveitast av amerikanska liðnum og vísast burtur frá olympisku bygdini, har øll ítróttafólkini búðu. Tað vildi amerikanska olympiska nevndin ikki, og so hótti Brundage við at senda allar teir amerikansku rennararnar úr kappingini. Tað førdi so til, at teir báðir vórðu sendir heim frá leikunum.
Tommie Smith og John Carlos sluppu eisini at merkja sviðan, tá teir komu heim. Fjølmiðlarnir vóru eftir teimum, og familjan fekk deyðshóttanir. Báðir royndu teir seg seinni í amerikanskum fótbólti og vóru eisini venjarar í frælsum ítrótti, men teir umboðaðu ongantíð aftur USA á olympisku leikunum.
Eisini Peter Norman merkti avleiðingarnar av at hava víst samhuga við teimum báðum. Hann umboðaði Avstralia til Commonwealth Games í 1970, men varð ikki úttikin til olympiaduna í 1972, hóast hann kláraði kravtíðina 13 ferðir. Almenna grundgevingin var, at hann bleiv nummar trý til úttøkukappingina, og hann hevði eisini ein knæskaða at dragast við.
Tá Peter Norman andaðist í 2006, bóru Tommie Smith og John Carlos kistuna til jarðarferðina.
Í 2006 bóru Tommie Smith (vinstrumegin) og John Carlos kistuna, tá Peter Norman varð jarðaður (Mynd: EPA/Julian Smith)