Fyrrverandi formaðurin í Radikala Vinstra, Morten Østergaard, hevur boðað sínum valdømi í Aarhus frá, at hann ikki fer at stilla upp aftur til Fólkatingið næstu ferð.
- Í meira enn tvey áratíggju havi eg verið tykkara fólkatingsumboð. Tí eru tað eisini tit, sum fáa míni boð um, at eg havi avgjørt, at eg ikki stilli upp aftur til Fólkatingið, skrivar hann í einari dagføring á Facebook, har hann eisini boðar frá, at hann nú ætlar sær at gera okkurt annað, enn at fáast við politikk.
- Eg havi ongantíð ímynda mær eitt lív bert í politikki, skrivar hann.
Morten Østergaard fór frá sum formaður í Radikala Vinstra í oktober síðsta ár, eftir søgur komu fram, at hann hevði víst ósømiligan atburð móti kvinnum, serliga í fyllskapi.
Síðani hann fór frá, hevur hann havt farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum og kemur nú framhaldandi at halda fram við at hava farloyvi frá Fólkatinginum til komandi val.
Í dagføringini á Facebook skrivar hann til endans, at hann vildi ynskt, at hann kundi havt endað sína politisku yrkisleið á annan hátt, men at hann er harmur um teir feilir, hann hevur framt, og tær fylgir tað hevur havt fyri onnur.