Morten Messerschmidt fríkendur
Morten Messerschmidt varð í dag fríkendur fyri ákærurnar um at hava svikað við ES pengum
Steinar Patursson
21. desember 2022 kl. 14:50
Formaðurin í danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, er í dag fríkendur fyri at hava svikað við ES pengum.
Ta niðurstøðuna kom rætturin á Frederiksberg til.
Messerschmidt var ákærdur fyri at hava brúkt næstan 100.000 krónur av ES pengum til eina stevnu hjá danska Fólkaflokkinum í Skagen afturi í 2015.
Messerschmidt noktaði seg sekan í ákærunum og vildi vera við, at samstundis sum floksstevnan varð hildin, varð eisini hildið ES seminar á stevnuni.
Sambært DR kom rætturin til ta niðurstøðu, at tað kundi ikki avvísast, at ES seminar varð hildið á stevnuni, og at Messerschmidt tí mátti fríkennast.