Mortan givið blóð fyri 100. ferð

Í dag hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at nakar hevur givið blóð 100 ferðir

Sigurjón Einarsson
15. september 2021 kl. 21:30

Mortan Simonsen greiðir fyri heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg til blóðgeva.

- Og so fekk man eina øl aftaná, sigur Mortan flennandi.

Mitt í 80-unum var tað vanligt, at blóðgevar fingu sær eina øl eftir blóðgávu.

Mortan minnist, at tað var Marita Simonsen, fyrrverandi formaður og stovnari av Felagnum Blóðgevi, ið tappaði Mortan fyrstu ferð, hann gav blóð.

Blóðbankin hevði tí syrgt fyri, at tað var júst hon, ið tappaði honum fyri 100. ferð.

Mortan gav blóð fyrst ferð í 1986 og hevur Mortan Simonsen øll hesi árini verið trúfastur blóðgevi bæði í Føroyum og í Danmark, og kann nú kalla seg: Triði blóðgevi í Føroyum, sum hevur givið blóð 100 ferðir, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

Heimasíðan skrivar eisini, at hetta verður mett sum eitt ómetaliga flott avrik, sum tey mongu, ið hava fingið blóð, eru sera takksom fyri.

Afturfyri drúgva tænastu sum blóðgevi, fekk Mortan eina gávu, sum Felagið Blóðgevi hevur latið í hesum sambandi. Gávan er ein glasfuglur frá Mikkalina Glas.

Fuglurin ímyndar eina pelikan, sum í fleiri londum er ímyndin av blóðgevagerninginum.

Søgan sigur, at pelikanurin roytir fjaðrarnar av sínum egna brósti til blóðið rennur, so veiku ungarnir kunnu styrkjast við at drekka tað.

Eftir at Mortan hevði givið blóð fyri 100. ferð, ynskti Blóðbankin og Felagið Blóðgevi at takka Mortani fyri trúgvan og góðan stuðul í Blóðbankanum og ynskja honum eisini alt tað besta í framtíðini.

Ynskir tú at geva blóð, so ber til at melda til á www.gevblod.fo

Kelda og myndir: Landssjúkrahúsið