Mong deyð eftir skriðulop í Papua Nýguinea
Omanfyri 670 fólk metast at hava latið lív eftir ógvisliga skriðulopið.
Rúni Korsgaard
26. mai 2024 kl. 18:05
Hetta boðar fólkaferðingarumboðið hjá ST frá í dag.
Bjargingarroyndir standa enn á í Papua Nýguinea eftir mikla skriðulopið, ið rakti fleiri fjarskotnar býir í norðurpartinum av landinum fyrradagin.
Omanlopið fór fram í avbyrgda Enga-landslutinum.
Ótti er fyri, at deyðstalið er enn og hægri, nærri teimum 1000.
Hundraðtals hús eru jarðaði vegna skriðulopið.
Bjargingararbeiðið er enn meira torført vegna stóru mongdirnar av grótbroti.
"Skriðulop er enn, steinar detta niður, jarðarmold rivur vegna áhaldandi økt trýst og grundvatn rennir... Á henda hátt er vandin í økinum ómetaligur fyri øll", hevur Serhan Aktoprak, leiðari fyri fólkaferðingarumboð ST, borðið fram.