Mona Rasmusdóttir til danskan fótbólt

Mona Rasmusdóttir skiftir Víking út við Thisted

Ragnar Sjúrðarson
26. juli 2023 kl. 14:15

Mona Rasmusdóttir er farin til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

Tað skrivar heimasíðan hjá Víkingi.

Um skiftið sigur Mona við heimasíåina hjá Víkingi, at hon hevði brúk fyri at royna okkurt nýtt og annaleiðis í tí annars vanliga gerandisdegnum, og tá møguleikin um at skifta til Thisted kom, valdi hon at taka av møguleikanum. 

- Umstøðurnar og liðandin í Thisted er sera góður, og eg haldi at hetta er tað rætta staði fyri meg, at menna meg bæði sum fótbóltsspælara, men eisini persónliga. Eg eri sera spent uppá hesa nýggju avbjóðingina og málið er sjálvandi at fáa so nógvir minuttir sum møguligt á besta liðnum hjá teimum.

Sostatt missur Víkingur enn ein landsliðsleikara til eitt lið í útlandinum.

At enda skrivar víkingur, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendir nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini