Tað ber nógv á tað borðið, at Molde BK fer at spæla í Europa League bólkaspælinum.
Í kvøld var turkiska Galatasaray gestur á Aker Stadion í Molde, og gestirnir vunnu 3-2. Sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, og tað var norðmaðurin á turkiska liðnum, Fredrik Midtsjø, sum skoraði.
Tað lá í luftini, at um nakað mál fór at koma aftrat, so fór tað at vera heimaliðið, sum skoraði. Molde hevði leikliga yvirvág, og tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá Galatasaray, sum var pressað langt aftur. Men so var tað, at gestirnir skoraðu sigursmálið, og tá ið turkiska liðið verður á heimavølli í Istanbul týskvøldið, verður tað stórur biti hjá Molde.
Longu eftir átta minuttir og eftir horna legði Martin Ellingsen Molde á odda við stútara. 1-1 málið varð skorað við frísparki, sum tók í manngarðin og snýtti Molde málverjan Jacob Karlstrøm. Málskjútti í 25. minutti var portugisiski Sergio Oliveira.
Fýra minuttir seinni legði turkiska liðið seg á odda 2-1. Málskjútti var argentinski álopsspælarin Mauro Icardi, sum í besta Van Basten stíli heilfluktaði bóltin í málið.
Tá var Molde illa kroyst, og tað sá út til, at gestirnir øktu um leiðsluna, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.
Stutt eftir steðgin javnaði Molde, og so sá tað leingi gott út. Málskjútti var Kristoffer Haugen, sum heiltfluktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru, og so var tað, at norski spælarin hjá Galatasaray í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði 3-2 sigursmálið.