Norska Molde stríddist og spældi í Istanbul í kvøld fyri at vinna seg í bólkaspælið í europeisku meistarakappingini, men tað eydnaðist ikki, hóast Molde í kvøld hevði fleiri góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora málini, sum tað var neyðugt at skora, um hugsningur skuldi vera um at halda fram í fínastu kappingini.
Í Molde fyri einari viku síðani vann turkiska Galatasaray 3-2, og í kvøld vann Galatasaray 2-1. Í seinna hálvleiki kveiktist spenningurin av álvara, tá ið Molde javnaði til 1-1, og tað eydnaðist norska liðnum, sum ógvuliga tepurt sendi KÍ úr meistarakappingini, at fáa bóltin í málið einaferð aftrat, men tá kolldømdi VAR málið.
Og so vóru norðmenninir óhepnir, tá ið heimaliðið fram ímóti dystarenda legði seg á odda 2-1, tá ið teir royndu seg við frísparki, og bólturin tók í verjugarðin og snýtti málverjan.
Molde fer nú at spæla í Europa League, og Galatasaray heldur fram í Champions League við nógvum milliónum krónum í lummanum, og so ber til hjá KÍ og øllum fjepparunum hjá KÍ og føroyskum fótbóltsfjepparum at hugsa um, hvussu tað mundi havt gingið, um tað var KÍ, sum í kvøld var í Istanbul. Við dystunum millum KÍ og Molde í huga og tí, sum hevur verið at sæð í uppgerðunum millum Molde og Galatasaray, so er skjótt at staðfesta, at KÍ hevði megnað at spælt upp ímóti turkiska liðnum.
Hóskvøldið fæst at vita, um KÍ fer at halda fram í Europa League ella um tað verður í Europa Conference League.
Lutakastið fyri bólkaspælið verður longu hósdagin 31. august, og tá vera tvey umboð fyri KÍ hjástødd í Monako. Tummas Eliasen, formaður, og Kaj Dam, nevndarlimur.