Molde-KÍ í Kringvarpinum í annaðkvøld

Brakið millum Molde og KÍ verður víst í Kringvarpinum í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 18.

Ragnar Sjúrðarson
14. august 2023 kl. 17:10

Kringvarp Føroya hevur keypt rættindini til at senda spennandi dystin KÍ móti Molde, sum byrjar í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 18.

Tað skrivar kvf.fo.

Hetta merkir, at sjónvarpsskráin í morgin verður broytt. Dagur og vika verður send kl. 17.30, og síðan sendir Kringvarpið frá fótbóltsdystinum frá kl. 17.50.

Lagt verður upp til ein torføran og spennandi dyst, tí øll 10.000 atgongumerkini til dystin eru seld. 

Glæsiliga ferðin hjá KÍ fram ímóti Champions League-ævintýrinum heldur fram. Fær KÍ gott úrslit í Molde, er liðið eitt fet nærri bólkaspælinum

Fyrri dysturin millum liðini endaði 2-1 til klaksvíkingar.