Ongi úrslit

Mohamed Salah er ársins leikari í Premier League

Mohamed Salah er enn einaferð tann besti í deildini

Ragnar Sjurðarson
9. mai 2025 kl. 19:04

Hetta er triðju ferð, at Mohamed Salah tekur heim heiðurin sum ársins fótbóltsleikari hjá The Football Writers.

Harvið hevur hann javnað metið hjá Thierry Henry, sum eisini hevur vunnið heiðurin tríggjar ferðir.

Eftir eitt fantastiskt kappingarár, har Salah í løtuni hevur 28 mál og 18 upplegg í Premier League, endaði hann aftur á toppinum. Virgil van Dijk endaði á einum tryggum øðrum plássi, meðan Alexander Isak endaði á triðja plássinum. Declan Rice hjá Arsenal kom á fjórða plássið.

Mohamed Salah vann heiðurin eftir sítt fyrsta kappingarár í Liverpool aftur í 2017/18, umframt tá hann bæði gjørdist toppskjútti og fekk flest upplegg í kappingarárinum 2021/22.

Leiðarin í The Football Writers Association, John Cross, grundgevur heiðurin við hesum: – Sjáldan hevur tað verið ein meira vælumtóktur vinnari enn Mohamed Salah. Hansara ovurstóri sigur er bara ein spegilsmynd av hansara ótrúliga kappingarári. Hann heldur fram at skriva seg í metbøkurnar, og hansara avrik hetta kappingarárið hava verið ein lyklafaktorur í, at Liverpool hevur vunnið sítt 20. meistaraheitið.

Salah fær møguleikan at økja um síni mál og upplegg í ár longu sunnudagin á heimavølli móti Arsenal. Har afturat eru tveir dystir eftir, har Salah kann betra um síni tøl.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00