- Málið verður kannað sum eitt møguligt yvirgangsálop. Um tað er tað vita vit ikki í løtuni, men tað fara kanningarnar vónandi at vísa, og vit samstarva tætt við Säpo um tað.
Tað segði Malena Grann, økisleiðari hjá løgregluni í Jönköping við heimasíðuna hjá svenska sjónvarpinum, svt.se.
Fyrr í dag vildu myndugleikarnir ikki tosa um yvirgangsálop, men tað hava teir so broytt nú.
Tað var beint fyri klokkan trý, seinnapartin í dag, at svenska løgreglan fekk fráboðan um eitt álop av einum ella øðrum slag í Bangårdsgatan í miðbýnum í Vetlanda, skrivar heimasíðan hjá Svenska sjónvarpinum, svt.se.
Fráboðanirnar søgdu, at fleiri fólk vóru álopin við onkrum sum minti um ein líggja, skrivar svenska heimasíðan.
Tað gekk skjótt at eyðmerkja gerningsmannin, sum eftir øllum at døma frammanundan var kendur av svensku løgregluni. Talan er um ein ungan man, í 20-unum, og hann varð skotin av løgregluni í samband við handtøkuna, sigur Angelica Israelsson Silfver, talskvinna hjá svensku løgregluni við svt.se.
Svenska løgreglan vil ikki siga nakað um hvat slag av líggja sum varð brúktur til álopið, fyri ikki at ávirka vitnir, men sigur, at álopið verður kannað bæði sum drápsroynd og sum yvirgangsálop.