Møguligt terrorálop í Brússel og London

Bæði í London og Brússel upplivdu tey í gjár álop. Nú verða tey kannaði sum terrorálop

Guðrun í Jákupsstovu
26. august 2017 kl. 11:00

Tað var fyrst í Brússel at man hoyrdi um, at ein maður hevði lopið á tveir hermenn við einari masketu. Hermennirnir høvdu vart seg við skotum, áðrenn maðurin náddi at gera skaða. Hann doyði seinni av sínum løstum, 30 ára gamal.

Umleið tveir tímar eftir álopið í Brússel upplivdu tey í London at ein vápnaður maður kom til kongaliga slottið, Buckingham Palace, og leyp á tveir politimenn har. Politimennirnir blivu smávegis særdir, men fingu handtikið vápnaði mannin, sum var 26 ára gamal.

Bæði álopini verða nú kannaði sum møgulig terrorálop.